X-Factor fepurin herjar í kongaríkinum í hesum døgum, og føroyingar eins og danir lata seg forføra av Blachman, Pernille og øllum hinum, sum hvørt fríggjakvøld eiga skíggjan hjá DR.
Eingin ivi kann vera um, at DR hevur rakt seymin á høvdið við X-Factor.
Talentkappingin hevur eina øgiliga undirtøku, og hvørt ár melda fleiri túsund fólk seg til audition í X-Factor.
Og nærum á hvørjum ári eru fleiri føroyingar at síggja á X-Factor pallinum, og aftur í ár hevur ein føroyingar funnið sín veg til live showini í X-Factor.
Og nú ber til at hittast í Sirkus, og har fylgja við gongdini í X-Factor.
Sirkus boðar frá, at tey hvørt fríggjakvøld tendra fyri X-Factor, og sendingin verður víst á einum hágóðsku stórskíggja.
Tú kanst lesa meira um tað her:
http://www.facebook.com/#!/events/207363392695177/
Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…
Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…
Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…