Føroyska sprundið hevur annað árið á rað sligið donsku dullurnar, í dystinum um at gerast ársins síðu 9 genta hjá Ekstra Blaðnum. Victoria heldur, at orsøkin til heiðurin er, at føroyskar gentur eru so natúrligar.
Aftur í ár er 28 ára gamla Victoria Wild kosin sum flottasta síðu 9 gentan hjá Ekstra Blaðnum.
Við Ekstra Blaðið sigur Victoria, at hon framvegis er ógvuliga skelkað um heiðurin, og at hon als ikki hevði væntað at vunnið tvey ár á rað.
Ekstra Blaðið spurdi Victoriu, hví føroyskar gentur altíð vinna okkurt í Danmark. Journalisturin hjá Ekstra Blaðnum vísti á, at føroyingar vinna fleiri talentkappingar, og nú eru tann vakrasta kvinnan í Kongaríkinum eisini føroysk.
-Eg haldi tað snýr seg um, at føroyskar kvinnur eru ógvuliga natúrligar, sigur Victoria Wild.
Meira kann lesast um heiðurin hjá Victoriu Wild á heimasíðuni hjá Ekstra Blaðnum.
Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…
Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…
Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…