Verkfall útsetur Sement

Deil á Facebook
Wednesday 1. February 2012 - 13:00

Margarinfabrikkin, ið er fyriskipari av tónleikakappingini Sement, boðar frá, at tiltakið er útsett vegna verkfall

Sum flestum kunnugt fór Pedagogfelagið í verkfall í dag. Øll starvsfólk í Margarinfabrikkini eru limir í felagnum og merkir hetta, at alt virksemi hjá húsinum er lagt niður - eisini fyrireikingarnar til tónleikakappingina Sement, ið skuldi byrja í vikuskiftinum.

-At verkfallið og Sement skuldu renna saman soleiðis er sera óheppið. Men tað merkir ikki, at tiltakið er avlýst. Føroya størsta tónleikakapping verður í ár - spurningurin er bara nær.
So leingi verkfall er, er tiltakið útsett. Hetta merkir, at í núverandi løtu ber ikki til at fastseta nýggj dato á Sement 2012. Fyrireikingarnar verða tiknar upp aftur og almenningurin kunnaður gongdina, tá ið verkfallið er liðugt, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi í dag.



Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…