Barbara Holm
.(JavaScript must be enabled to view this email address)
Í morgin er Ghetto Føroyar aftur á skránni, og hesaferð ætla útisetarnir at kjakast um týdningin av at varðveita tað føroyska málið.
Seinastu viku varð kjakast um hvat skal til fyri at fáa útisetar at leita heim aftur eftir loknan lesnað. Hesaferð verður kjakast um hvønn týdning føroyska málið hevur. Kjakast verður um
hvørt vit skulu loyva útlendskum orðum og vendingum í føroyska málið, ella um vit skulu royna at skapa nýggja føroysk orð so hvørt, sum tørvur er á tí.
Haraftrat verður ljós varpað á kristna lívið í Keypmannahavn. Føroyingar hava fleiri samkomur í Keypmannahavn, og eitt nú fara útisetarnir at tosa um sunnudagsskúlan, sum hvørja
viku er á Oyrasunds næmingaheiminum.
Tað er í morgin klokkan 15.00, at sendingin verður at hoyra á Rás2. Eftir klokkan 16.00 verður kjakið um føroyska málið.
Næsta grein: All That Rain aftur í Rex