Hóast Rex er ætlað teimum yvir 21 ár, so bjóðar Rex kortini til havnarapp leygarkvøldið, tá ið Swangah Dangah trína á pallin.
Úr Rex verður sagt, at stórur eftirspurningurin hevur verið fyri at fáa Swangah Dangah at framføra, meðan útisetar eru heima í jólafrí, og tí hevur Rex nú gjørt av at játta hesum.
Swangah Dangah hava veruliga gjørt um seg í ár. Teir byrjaðu árið í Bassalt, har teir høvdu sína fyrstu framførslu nakrantíð. Hon gekk somikið væl, at teir vóru bodnir á G! 2011.
Nú eru Swangah Dangah fløguaktuellir við fløguni Belials Synir, umframt at teir eru tilnevndir til fleiri heiðurslønir til ársins Planet Awards.
Til ber at síggja allar tilnevningarnar á pressan.fo ella á ras2.fo
Aftrat Swangah Dangah verður DJ Martin Kjærbo í Rex leygarkvøldið.
» Nú fara Swangah Dangah til Suðuroyar
» Dani sama lag sum Swangah Dangah
» Swangah Dangah best av bólkunum
» Swangah Dangah er ársins nýggi bólkur
» Swangah Dangah í Keypmannahavn
» Útgávukonsert við Swangah Dangah
» Fløgan hjá Swangah Dangah á marknaðin í dag
» Swangah Dangah yvirtaka Seglloftið
» Swangah Dangah tøla av nýggjum
» Swangah Dangah við nýggjari fløgu
Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…
Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…
Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…