Swangah Dangah í Keypmannahavn

Deil á Facebook
Wednesday 7. December 2011 - 09:51

Komandi leygarkvøld verður eitt satt nýskapandi hipp hopp kvøld fyri áhugað í Keypmannahavn við tveimum góðum nøvnum. Treffpunktið Skarv. Føroyski vældámdi rappbólkurin Swangah Dangah undirheldur við teirra kendu nýggju útgávu BELIALS SYNIR. Persónarnir í Swangah Dangah eru Steen Rói Lorenzen og Ragnar Davidsen. Við sær hava teir fólk at filma bólkin í samband við hesa Danmarks ferð, eisini tí at bólkurin ger ein sang saman við kendum rappara úr Danmark.

Tað er nevnliga Kejser A og hesin fer eisini at undirhalda helvtina av kvøldinum. Kejser A er kendur fyri nógv ymiskt innanfyri danskan hiphop tónleik. Hann er limur í vælumtókta bólkinum Haven Morgan og saman við Ham Den Langa, hevur han undirvíst socialt útsett børn í Gellerup parkini í hiphop, har tey útgóvu fløguna "Ghettoens Pepektiv" og er nú í gongd við fyrstu solo fløgu. Kejser A hevur vunnið tvey meistaraheiti í 2004 og 2010 í autentiskari freestyle rapp kapping í KB Høllini, nevnliga MC´s Fight Night, har lívlig undirtøka og hørð kapping við fríum orðavali er hvørt ár fyri danskar rapparar og áhugaði. Tiltakið er sett saman av BardurDC og FO Invasion og dyrnar lata upp kl. 23 á Skarv leygarkvøldið.

Mynd:Bárður Dal Christiansen

VIÐKOMANDI GREINAR

» Nú fara Swangah Dangah til Suðuroyar

» Dani sama lag sum Swangah Dangah

» Swangah Dangah best av bólkunum

» Swangah Dangah er ársins nýggi bólkur

» Swangah Dangah í Rex

» Útgávukonsert við Swangah Dangah

» Fløgan hjá Swangah Dangah á marknaðin í dag

» Swangah Dangah yvirtaka Seglloftið

» Swangah Dangah tøla av nýggjum

» Swangah Dangah við nýggjari fløgu

» Swangah Dangah rappa í kvøld

» Swangah Dangah til Fuglafjarðar


Annika Steintórsdóttir
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…