Sera nógv atgongumerki eru seld í forsølu til stóra Uriah Heep kvøldið við John Lawton og Deiggj.
Væntandi verður útselt til konsertina í kvøld og tað merkir umleið 900 fólk.
Fyrireikingarnar og venjingarnar til konsertina hava verið nógvar og fyrrakvøldið varð sett hol á fyrstu ljóðroyndina í Norðurlandahúsinum. John Lawton lendi í gjár og beinanvegin var farið undir endiliga venjingarnar saman við Deiggj og kórdamunum í bólkinum Divaz, sum syngja við á fleiri løgum. Á skránni eru - umframt tey stóru Uriah Heep hittini - eisini nøkur løg sum Lawton og Deiggj ikki hava framført fyrr saman.
Konsertin byrjar við , at Dennis Lave, sum er ein av sangarunum í Deiggj, syngur nøkur løg saman við bólkinum, síðan kemur John Lawton á pallin og so koyrir konsertin út í eitt við fullari ferð. Dyrnar lata upp longu kl.21.00 og konsertin byrjar kl. 21.45 , Tað er møguleiki at hugna sær áðrenn konsertina, og at keypa sær ein betri bita og okkurt leskandi afturvið.
Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…
Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…
Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…