Stand Up Føroyar

Deil á Facebook
Saturday 11. February 2012 - 19:12

Nú fáa føroyingar høvið til at uppliva Stand up í føroyum. Tað verður nevnliga lagt upp til eitt undirhaldandi og skemtiligt fríggjakvøld í komandi viku tá Stand Up Føroyar fyri fyrstu ferð lata dyrnar upp í hugnaligum høli í miðstovuni í gamla einahandinum í Klaksvík.

Fyrireikarnir siga í tíðindaskrivi, at teir bjóða nú føroyinum ein lítlan, men spennandi pall, fýra fríggjakvøld á rað, har alt undirhald er meira enn vælkomið. So um tú hevur okkurt áhugavert, provokerandi, stuttligt ella umráðandi at fortelja, so er bara at trína á pallin. Stand Up Føroyar eggjar somuleiðis øllum, ið bjóða sangir og tónar at traðka fram!

Endmálið er at byggja nakrar hugnaligar karmar til gaman og skemt upp soleiðis, at føroyingar kunnu fáa eina stuttliga og góða løtu saman hesa myrku tíðina. Ætlanin er, umframt at hava ein opnan pall, eisini at hava eitt høvuðsnavn. Tað undunarverda og ótrúliga er altíð vert at leita eftir og tað finnur tú í Stand Up Føroyar tann 17. februar, tá Ásbjørn Berthelsen yvirtekur pallin. Gyklarin úr Strondum hevur í mong ár hugtikið og undirhildið føroyingar í øllum aldri við sínum gykli.

Tey komandi fríggjakvøldini bjóðar stand up Føroyar eisini onnur spennandi nøvn innan fyri føroyskt skemt og undirhald. Vit hava hagartil fingið lovað eina løtu frá Sjúrður Skaale, Bárður Persson og Jóhan Í Kollafirði, stendur í tíðindaskrivinum.


Annika Steintórsdóttir
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…