Sement nærkast

Leo Poulsen
.(JavaScript must be enabled to view this email address)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

planet.fo » Tónleika tíðindi
Thursday 7. March 2013 - 22:30

Føroya størsta tónleikakapping, Sement, verður seinni í mánaðinum

Margarinfabrikkin skipar aftur í ár fyri Sement, ið er voksið seg til at vera eitt sera vælumtókt tiltak, ið gevur spírandi tónleikarum møguleika at framføra sín tónleik fyri almenninginum í góðum og fyri - næstan altíð - fullum hølum.

Bólkurin/einstaklingurin, ið fer avstað við sigrinum, vinnur studiotíð í stásiligu Studio Bloch. Eisini fer G! Festivalurin at velja ein bólk/einstakling, ið verður boðin at spæla á festivalinum í ár. Umframt hetta, letur Simme Musikkhús eitt gávukort á 3.000,- til vinnaran.

- Vit gleða okkum altíð til Sement her í Margarinfabrikkini. Sement er eitt tiltak, ið hevur víst seg at eydnast ordiliga væl, og so leingi, tað ger tað, halda vit á fram at skipa fyri tí, sigur Petur Háberg, samskipari.

- Orsøkin til, at tað riggar so væl, er uttan iva tí, at tað er einasta føroyska tónleikakappingin í løtuni. Og fyri allar teir nýggju bólkarnir og einstaklingar kring landið, er kappingin eitt upplagt høvi at vísa fram síni kynstur í góðum umstøðum og fyri nógvum áhoyrarum, heldur Petur Háberg fram.

Meldast kann til við at senda ein t-post til sement@fabrikkin.fo við heiti á bólki, hvør er við, tónleikastíl og eina lítla bio. Freistin er úti mánadagin 18. mars.

Innleiðandi umførini verða 22. og 23. mars, meðan finalan verður 6. apríl. Øll kvøldini í Perluni í Tórsgøtu.

Dómarar í ár verða:
Jón Tyril, Lena Anderssen og Fróði Løkságarð

Vinningar:
Gávukort á 15.000,- í Studio Bloch umframt at G! Festivalurin bjóðar einum bólki/einstaklingi at spæla á festivalinum í ár. Eisini letur Simme Musikkhús eitt gávukort á 3.000,- til vinnaran.

Reglur:
Bólkurin ella einstaklingurin skal ikki hava givið nakra fløgu út áður. Hvør bólkur fær 15 min. á palli og skulu í minsta lagi 2 av løgunum vera egin verk. Allar genrur eru loyvdar.