Safir glitrar aftur

Rannvá G. Fossaberg
.(JavaScript must be enabled to view this email address)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 7

planet.fo » Tónleika tíðindi
Thursday 31. May 2012 - 11:30

Skemtiliga 90ára duettin Safir, sum sang um herliga lívið og at nýta høgru er klár at framføra til risastóra Voxbotn tiltakið.

“Eg brúki høgru hvønn einasta dag - Havi enntá Filmnet, men bara mikudag”. Hvør minnist ikki Høgra Jam? Hetta var eitt av teimum heilt stóru hittinum hjá Safir. Teirra bland av stuttligum og viðkomandi tekstum settir til vakran fólkakendan tónleik, gjørdi Safir til ein av best umtóktu bólkunum í Føroyum í 90 árunum. Men síðan teir fóru hvør til sítt síðst í seinastu øld, hevur verið langt ímillum framførslurnar, tí verður tað forkunnugt at hoyra teirra væl klingandi sang og spæl aftur á Voxbotni 30. juni.

Safir byrjaði sum eitt hugskot í 1995. Hugskotið snúðið seg stutt og greitt um at spæla tónleik og hava tað stuttligt. Og sigast má, at hetta var eitt gott hugskot. Tí hesir báðir garpar skrivaðu og framførdu tónleik, sum føroyingar av álvara tóku til sín. Løg teirra vóru tráspæld í Útvarpi Føroya (sum tað tá æt), og fólk typtust inni í hølunum, har teir framførdu.

Safir gav út eina fløgu í 1996, og hon var stak væl móttikin. Fløgan gekk sum heitt breyð, og varð seld í umleið 2000 eintøkum, sum er heilt nógv í føroyskum høpi. Serliga lagið "Tú ert so deilig" stóð seg væl í hittlistanum "15 tær bestu", og lagið spøkir enn í loftmiðlunum. At Tórshavnar Mannskór eisini hava gjørt sína egnu útseting av lagnum, vitnar eisini um góðskuna.

Men so líðandi løgdu teir báðir gittaran og celloina frá sær, og duettin tagnaði í 1998. Men í 2006 var aftur boð eftir teimum. Tá vóru teir bidnir um at luttaka í
Asfalt festivalinum, ein framførsla sum var ein brakandi succes. Tað var stúvstappað til konsertina, og fólk geylaðu við til løgini. Framførslan vísti, at
hóast 8 ár vóru liðin, síðan seinastu framførslu, so var teirra spíski og vælkomponeraði tónleikur enn líka aktuellur og fangandi. Nú fáa vit endiliga aftur høvið at syngja saman við Safir.

Allir føroyingar kunnu tí gleða seg til ein glitrandi gimsteim millum allar hinar gimsteinarnar í Voxbotni 30. juni.