Komandi leygarkvøld undirheldur lívligi bólkurin, Páll Finnur Páll í Føroyahúsinum við sterkastu manning: Páll Oddur Lamain Rubeksen, Finnur Jensen, Páll Hammer, Ísak Sambleben, Halgir Arge og Høgni Fagraberg. Ídrottarfelagið Føroyar skipar fyri tiltakinum. Atgongumerki fáast einans kontant við dyrnar, sum lata upp klokkan 22:00 leygarkvøldið.
Páll Finnur Páll hava givið út fimm fløgur og vóru Ársins Bólkur í 2010 á Planet Awards. Teir eru so mikið væl umtóktir millum ung, at pláss hevur ikki verið fyri øllum gestum seinastu fimm ferðir teir hava vitjað Føroyahúsið, sum tekur 270 gestir. Hetta sæst eisini á innbjóðingini á Facebook, har áhugin er størri enn nakrantíð við yvir 400 sum vísa áhuga.
Tískil heita fyrireikarirnir á fólk um at koma tíðliga, fyri ikki at standa úti í kuldanum og bíða.
Kelda: FO Invasion
Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…
Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…
Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…