Føroyski tónleikabólkurin, sum arbeiðir við nýggjari útgávu í løtuni, hevur konsert í miðbýnum í Keypmannahavn fríggjakvøldi. Fróði & The Pink Slips hava seinnu árini verið tann føroyski bólkurin, sum er mest aktivur í Keypmannahavn. Seinast bólkurin spældi var á Øresundskollegiefestivalinum, men longu fríggjakvøldið fer bólkurin aftur á pall. Hetta gera Fróði & The Pink Slips í samband við eina konsert, tónleikablaðið Soundvenue og bryggjaríið Royal skipa fyri.
Føroyski bólkurin fer á pall klokkan tíggju leygarkvøldið, men sum skilst loysir tað seg at koma áðrenn, tí fyriskipararnir vera í góðum hýri hetta kvøldi. Les meiri um hetta http://www.facebook.com/event.php?eid=206086549424366>her
Á hesu somu leinkju á Facebook ber til at tryggja sær ókeypis atgongd, við at trýsta »Attending«. Eftir Fróði & The Pink Slips hava verið á palli spæla tríggir danskir bólkar.
Annars arbeiðir bólkurin við tilfari til eina nýggja fløgu, sum ivaleyst fær navnið »Snapshot«. Nær henda fløgan kemur út, er ógreitt. Hinvegin er tað bæði sikkurt og vist, at Fróði & The Pink Slips vera at hoyra á The Australian Bar fríggjakvøldið klokkan tíggju danska tíð, og so aftur longu 4. juni, tá teir spæla á nýggja og stóra spælistaðnum, KB18, í Kødbyen á Vesterbro í Keypmannahavn.
» Aftur ljóð frá Fróða & The Pink Slips
» Fróði & The Pink Slips við nýggjum manni leygarkvøldið
» Fróði & The Pink Slips í Keypmannahavn
» Fróði & The Pink Slips aftur á pall
Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…
Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…
Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…