Àtta føroyskir bólkar klárir at kappast um at sleppa á Wacken

Deil á Facebook
Wednesday 15. February 2012 - 20:50

Nú er greitt, hvørjir bólkarnir eru, sum skulu spæla á fyrstu ”Wacken Metal Battle Føroyar”, sum verður hildið í Sjónleikarahúsinum, leygarkvøldið 24. mars.
Kappingin byrjar klokkan 18.30 og bólkarnir, sum skulu sspæla, eru átta í tali.
Teir spæla nógv ymisk sløg av tungmálmi, heilt frá skjótum deyðsmálmi, nýmótans thrashmálmi til sorgbundnan dómadagsmálm og tann bleytara endan av málmrokki, sigur Tutl í kvøld.
Teir átta bólkarnir í kappiningini, eru: The Apocryphal Order, Konqueror, Incurse, The Happening, Sic, Synarchy, Hamferð og Earth Divide.
Tað er plátufelagið Tutl, Norðurlandahúsið og Ljóð Tøkni, sum skipa fyri tiltakinum. - Talan er um eina kapping fyri føroyskan tungmálmstónleik, har bólkar fáa møguleika at vísa teirra kynstir.
- Besti føroyski bólkurin fær fær beinleiðis pláss at spæla á Wacken Festival, sum er størsta tungmálmsstevna í heiminum og har skal hann dystast ímóti vinnarum úr øðrum londum, sum eru við í Wacken Metal Battle kappingini.
Upprunaliga skuldi tiltakið haldast í Norðurlandahúsinum, men nú er avgjørt at flyta tað oman í sjónleikarahúsið og tiltakið byrjar klokkan 18.30.
Á myndini er Sic, sum er ein av bólkunum í kappingini.


Áki Bertholdsen
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…