Annika Steintórsdóttir
.(JavaScript must be enabled to view this email address)
Nýggja útvarpsrásin, handan Bertelsen og Brügger, hevur eitt prát við forsangarin í punk/rokk bólkinum 200. Hettar kann hoyrast í dag umleið klokkan 17:30 føroyska tíð, men samrøðan kann finnast seinni á netinum. Tíðindamaður innan mentan Anders Christensen ringir til Føroya og vil frætta ymiskt spennandi aftanfyri bólkin 200.
Hettar er í samband við at 200 vitjar Keypmannahavn í morgin við konsert í Loppen í fría statinum Christiania í annaðkvøld. Leinkja til somu samrøðu við Niels verður tøk seinni.
Leinkan er http://www.radio24syv.dk/radio/
Kelda: FO Invasion
Næsta grein: Jam obSession gevur út lag