Mótaframsýning við spill naknum damum

Deil á Facebook
Wednesday 22. February 2012 - 20:14

Einaferð var endamálið við mótaframsýningum at sýna fram klæði. Tað er tað eftir øllum at døma ikki longur.

Bretska fyritøkan Robyn Coles, sum selur hattar, hevur viðgingið fyri útlendskum miðlum, at tað var fyri at fáa umrøðu í miðlunum, at sniðgevin við saman navni setti spill naknar damur á pallin, tá ið London Fashion Week bjóðaði hattaframsýning.

Hon sigur við Daily Mail, at ein ókendur sniðgevi má royna at fáa umrøðu í miðlunum – kosta hvat tað kosta vil.

Robyn Coles nýtti haraftrat ikki tær vanligu – ógvuliga klænu – modellirnar, men valdi heldur at nýta kvinnur við formum.

Hon sigur orsøkina til hetta vera, at hattar kunnu nýtast av øllum, og tí er líka mikið hvussu nógv modellirnar viga.

Eisini ein barnakona var á pallinum. Fyrrverandi Miss Wales, 28 ára gamla Sophia Cahill, var komin átta mánaðir, tá ið hon trein á pallin – einans í einum hatti.

Kelda. Eb.dk


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…