Meira country í Sørvági

Eyðun Klakstein
.(JavaScript must be enabled to view this email address)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

planet.fo »
Saturday 9. June 2012 - 12:43

Seinni dagurin á Countryfestivalinum í Sørvági bjóðar nøvn sum Henning Stærk, Hall Joensen, Kristinu Bærendsen og Magna Christiansen.

Lagið var gott á Country og Blues Festivalinum í Sørvági í gjárkvøldið, og fitt av fólki var til framførslurnar.

Í dag heldur festivalurin fram, og byrjað verður longu kl. 14.00 seinapartin, tá ið undirhald er til børnini við Kapteyn Gardar og Stampi. Síðani verður hildið fram við framførslum á lítla palli, og kl. 18.00 í kvøld verður fyrsta konsertin á stóra palli, tá ið Kristina Bærendsen syngur.

Høvuðsnavnið á festivalinum í kvøld er Henning Stærk, og hann fer á pallin á midnátt.