??Komandi leygarkvøld fer Martin Joensen á pall í Løkshøll í Runavík.
- Ikki er so heilt lætt at lýsa tiltakið við einum orðið. Talan verður um eitt varisligt bland av konsert og upplestri, sum Martin hevur valt at geva heitið »Úr dagbókini: Martin Joensen syngur og sigur frá«. Søgan handan sangirnar verður søgd, umframt at hendingar og hugleiðingar á lívsleiðini verða tiknar fram, siga fyrireikararnir.
Serligur dentur verður lagdur á hesi seinastu árini, har lívið fekk kollveltandi vend á so at siga øllum økjum, ikki minst andaliga.
Martin verður einsamallur á palli teir útvið tveir tímarnar, tiltakið varir. Kaffi og køka verða at fáa í steðginum, umframt at fløgur Martins og bókin “Lat meg goyma teg” verða til keyps. Vil onkur hava bókina ella fløguna signeraða, so verður eisini høvið til tess.
Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…
Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…
Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…