Heimsins fyrsta supermodell framvegis á marknaðinum

Deil á Facebook
Wednesday 22. February 2012 - 20:07

Hon hevur givið sær sjálvum heitið, sum heimsins fyrsta supermodell. Um tað er rætt ella ikki er ivasamt, men í øllum førum er Janice Dickinson enn bikinimodell.

Hon verður 57 ár hesa vikuna, men Janice Dickinson megnar enn at fáa tær størru modellavtalurnar í lag.

Í einari nýggjari kampagnu fyri Filmon.com er Janice Dickinson at síggja í húsunum hjá Alki Davids í Beverly Hills – í bikini.

Vit kenna eitt nú Janice Dickinson frá amerikonsku sendingini America’s Next Top Model, sum Tyra Banks er fyriskipari av.

Her hevur Janice Dickinson virkað sum dómari, og minst líka hørð sum Blachman frá X-Factor.

Janice Dickinson hevur fyri stuttum vitjað í Danmark, og tá gjørdu miðlanir í Danmark nógv burturúr, at hon nú hevur fingið sær ein 33 ára gamlan danskan sjeik.


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…