Hans Fróði talar til suðuroyingar

Deil á Facebook
Sunday 5. February 2012 - 20:10

Hans Fróði Hansen er nú knýttur at TB, og tað merkir eisini, at suðuroyingar kunnu fáa góð ráð frá Hans Fróða, sum javnan hevur fyrilestrar um sjálvsálit, sjálvsvirðing og persónliga menning.

Og nú fáa suðuroyingar høvi at menna seg. Tað er nevniliga soleiðis, at Seglloftið á Tvøroyri hósdagin verður karmur um tiltakið “Váða nú, ella angra seinni”, sum er heitið á fyrilestrinum hjá Hans Fróða Hansen.
Fyrireikarar siga, at fyrilesturin vendur sær til tey, ið ynskja at koma víðari við persónligari menning og setir Hans Fróði hesar spurningar:

Hvør eri eg?
Hvat er mín søga?
Hvønn skal eg liva upp til?
Hvar hendir, um eg royni tað eg droymi?
Hvat hann henda, um eg ikki fylgi mínum dreymum?
Hví skal eg tpra at vera egin?
Hvat kann eg koma at angra, um eg ikki váði?
Hvat vinni eg við at váða?

Tiltakið verður tveir tímar, og byrjað verður klokkan 19.00.


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…