Leygarkvøldið spælir bólkurin Fróði & The Pink Slips í Kulturhuset á Islands Brygge í Keypmannahavn. Bólkurin, sum var innstillaður til eina Planet Awards sum Ársins nýggi bólkur, hevur spælt nógv í danska høvuðsstaðnum seinastu tíðina, har allir limirnir í bólkinum búgva.
Men leygarkvøldið verður ljóðið nakað øðrvísi, enn fólk eru von við, tí ein gittaristur er komin aftrat. Bjartur Dal Christiansen, sum millum annað var við at manna bólkin 48 Pages og var við í bólkunum, sum spældu tónleikin til Ólavsøkukabarettina í fjør og til sangleikin Fame, er nú eisini við í Fróði & The Pink Slips, sum sostatt telur seks mans.
Hinir eru sangarin Fróði Hansen, Sveinur Dam á gittar, Mattias Kapnas á tangentunum, Jan Jensen á bass og Rúni Mortensen, sum spælir trummur.
Fróði & The Pink Slips spæla í Kulturhust á Islands Brygge leygarkvøldið, har eisini fýra aðrir bólkar spæla. Føroyski bólkurin fer á pall klokkan 21.35. Dyrnar opna klokkan 20.00 og klokkan 21.00 fer fyrsti bólkurin á pall.
» Aftur ljóð frá Fróða & The Pink Slips
» Ókeypis konsert við Fróða & The Pink Slips
» Fróði & The Pink Slips í Keypmannahavn
» Fróði & The Pink Slips aftur á pall
Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…
Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…
Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…