Føroyar Live í Keypmannahavn

Deil á Facebook
Wednesday 22. February 2012 - 21:36

3. mars verður stórt føroyskt tiltak í Lions & Barrels í Keypmannahavn, har eitt nú Stanley Samuelsen, Eivør Pálsdóttir, Jens Marni Hansen og DJ Afrokid framføra.

Føroyski gittarleikarin, sangarin, sangskrivarin og yrkjarin Stanley Samuelsen hevur verið fagnaður og viðurkendur í Føroyum, síðani hann gav sína fyrstu fløgu út við yrkinum eftir Janus Djurhuus.

Eivør Pálsdóttir nýtist neyvan nakra lýsing. Fyri stuttum framførdi Eivør í DR býnum saman við tiltikna bass spælaranum Ginman, og vóru tey róst til skíggjað av ummælarum.

Jens Marni Hansen og hansara bólkur verða eisini til staðar hetta kvøldið, tá ið føroyskur tónleikur verður settur í hásæti.

Haraftrat verður Dj Afrokid, ella Mike Antony Charles Johannesen, at hoyra. Hann er ein tann besti diskarin í Føroyum, og fer hann hetta kvøldið at vísa síni kynstur.

Tiltakið byrjar kl. 20.00, og kunnu atgongumerki keypast á billetlugen.dk ella við dyrnar.


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…