Eg elski hetta lívið

Deil á Facebook
Saturday 4. February 2012 - 13:44

Sveinur Gaard Olsen, sum í nógv ár sat aftan fyri trummur og spældi, er nú av álvara komin fram á pallin. Í næstu viku verður hann við í live showi í donsku X Factor kappingini.

Í gjárkvøldið fall avgerðin um, hvørji tey 9 luttakandi eru, ið sluppu við til live showini í donsku X Factor kappingini. Eftir at hundraðtals sangarar hava roynt seg er kappingin nú skorin niður til 9 luttakarar – av teimum eru tríggjar bólkar við tveimum sangum hvør.

Ein av teimum, sum slapp ígjøgnum nálareygað, var Sveinur Gaard Olsen.

- Hetta er fantastiskt. Vit eru longu byrjað at fyrireika okkum til live framførslurnar, og eg elski hetta lívið. Hetta hevur alt at siga fyri meg nú, sigur Sveinur.

Fyrst live showið verður fríggjakvøldið, og tá sleppa hyggjarar eisini at atkvøða fyri teimum, sum eru á pallinum.

- Eg ætli mær at koma langt, og hevði eg nátt finaluna, so hevði tað verið super. Hinvegin verði eg glaður, um bara ikki verið tann fyrsti, sum verður sendur heim, sigur Sveinur.


Eyðun Klakstein
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…