Black Sabbath avlýsir konsert í Danmark

Deil á Facebook
Sunday 19. February 2012 - 23:50

Ætlanin var, at enski bólkurin, Black Sabbath, skuldi hava eina konsert í Danmark tann 27. mai. Konsertin skuldi verið á Jelling Musikfestival. Hetta verður tó av ongum. Orsøkin er, at gittaristurin, Tony Iommi, hevur fingið lymfukrabba.

Ístaðin verður tað bara forsangarin, vælkendi Ozzy Ousbourne, sum fer at hava eina framførslu, har fleiri aðrir tónleikagestir eisini koma at luttaka.

Black Sabbath hevði ætlanir um at fara á heimsrundferð, men hetta verður av ongum orsakað av sjúkuni hjá Tony Iommi. Tó spæla teir eina konsert í Onglandi tann 10. juni. Í hesi konsert fer Iommi eisini at luttaka.

Í tíðindaskrivi sigur Black Sabbath, at Tony Iommi ger stór framstig. Eisini verður sagt, at teir vænta at geva út eina fløgu komandi heyst.

Skrivað hevur Neli Heldarskarð


Eirikur Lindenskov
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…