Banderas er Picasso

Deil á Facebook
Tuesday 21. February 2012 - 18:58

Filmstjørnan Antonio Banderas skal spæla leiklutin sum tann spanski málarin Pablo Picasso í einum nýggjum filmi, sum ber heitið 33 Days.

Antonio Banderas og Pablo Picasso vóru báðir føddir í Malaga. Picasso í 1881 og Banderas í 1960. Og hóast Banderas ikki kendi Picasso, so heldur hann, at hann hevur eitt sterkt tilknýti til mannin, sum hann nú skal spæla.

- Eg varð føddur fýra blokkar frá hansara føðistaði. Tað hevur altíð hugtikið meg. Á onkran hátt hevur hann altíð fylgt mær. Eg havi stóra virðing fyri honum, sigur Banderas við spanska blaðið El Pais.

Filmurin 33 Days er ein lýsing av lívinum hjá Picasso, og hansara dysti móti teimum kenslunum hann hevði, meðan hann málaði sín kenda málning Guernica.

Eisini parlagið millum Picasso og fronsku kvinnuna Dora Marr verður lýst í filminum. Hon var saman við Picasso tað tíðina hann málaði Guernica.

Filmurin verður upptikin í Paris og Guernica í summar.

kelda. eb.dk


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Vaktir mugu verja…

Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11.…

Filmur um náttúruna:…

Fýra dreingir, sum nevna seg »Taðfilmar«, hava gjørt ein film…

Britney Spears nýggjur…

Amerikanska X Factor-sendingin hevur fingið nýggjan dómara, og tað er…